Innanlands

Ikki greitt hvør gjørdi herverkið

Onkur hongdi í síðstu viku eina hvalakúlu upp á húkin við rundkoyringina í Borðoyarvík. Løgreglan er ikki liðug at kanna málið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-04 16:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingar og onnur sum komu koyrandi til Klaksvíkar hósmorgunin í síðstu viku fingu helst ein skelk í rundkoyringini í Borðoyarvík.

Onkur hevði hongt eina hvalakúlu upp á húkin aftaná lítla grindadrápið, sum hevði verið í Hvannasundi mikudagin.

Men enn er ikki greitt hvør tað er, sum hevur gjørt hetta. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur við útvarpið, at tey hava onkra slóð at elta í málinum, men kanningarnar eru ikki lidnar enn.

Løgreglan vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella vita okkurt, sum kann hava samband við málið.

Sí eisini: Myndir: Hvalakúlan á húkinum

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder