Tað er ikki grundarlag fyri at skipa eina borgarliga stjórn í Svøríki.
Soleiðis ljóðar niðurstøðan í morgun hjá Ulf Kristersson á einum tíðindafundi í Stockholm í morgun. Formaðurin fyri borgarliga flokkin, Moderaterne, hevur gjørt greitt, at tað ber ikki til at skipa ein borgarligan meiriluta í svenska ríkisdegnum, skrivar Ritzau.
- Eg havi sagt við talmannen (formannin fyri Ríkisdegnum, -red.), at tað ikki er møguleiki at halda fram, tá tað eru 175 ríkisdagslimir, sum eru ímóti eini borgarligari stjórn, segði Ulf Kristersson.
Nú er tað talmannen, sum ger av, hvat víðari skal henda í royndini at skipa eina nýggja svenska stjórn eftir at Stefan Löfven, forsætisráðharri fyri tveimum døgum boðaði frá, at hann fer frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald