Í februar vann hann Geytan, og í mai vann hann Canal+ virðislønina fyri besta stuttfilm á stevnuni Semaine de la Critique í Cannes.
Í januar kann stuttfilmurin hjá Andrias Høgenni, "Ikki illa meint" vinna enn eina stóra virðisløn.
Á altjóða filmsfestivalinum í Odense í síðstu viku, varð tað nevniliga avdúkað, at "Ikki illa meint" er ein av fimm stuttfilmum, sum er tilnevndur í bólkinum "ársins stuttfilmur", tá Danmarks Filmakademi enn einaferð skipar fyri handanina av Robert-virðislønunum.
Umframt eina Robert-tilnevning, vann stuttfilmurin eisini áskoðaravirðislønina á filmsfestivalinum í Odense, og gjørdist hann eisini ein av trimum filmum, sum kappaðust um at vinna heitið "besti danski stuttfilmur".
- Tað kom øgiliga óvart á meg, bæði tað at vinna áskoðaravirðislønina og at verða tilnevndur ein Robert, og eg eri sera takksamar, sigur Andrias Høgenni við Portalin.
Leikstjórin fegnast um, at fólk ikki bara vísa áhuga fyri føroysku náttúruni men eisini fyri mentanini. Hann fegnast um, at ein lítil stuttfilmur, har umleið 80 prosent av tí, sum verður sagt er á føroyskum, kann vekja so stóran áhuga millum fólk aðra staðni úr heiminum.
Til spurningin, um hann hevði nakrar vónir um at vinna ein Robert, segði hann:
- Nú skal eg líka sodna hetta fyrst. Eg eri bara glaður fyri áhugan og fyri at verða tilnevndur.
Robert-virðislønirnar verða handaðar 26. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald