Seinastu tvey árini hevur stuttfilmurin "Ikki illa meint" hjá føroyska leikstjóranum Andrias Høgenni vunnið fleiri virðislønir, og leygarkvøldið vann filmurin eina virðisløn afturat.
Talan var um virðislønina fyri "bedste fiktion" á Ekko Shortlist Awards. Filmurin varð tilnevndur til heilar fýra virðislønir – "bedste kvindelige skuespiller" (Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin), "bedste manuskript", og "bedste originale musik" (Sune Kølster), og "bedste fiktion".
Danska filmsvinnublaðið Ekko skipar á hvørjum ári fyri virðislønarhandanin fyri bestu filmunum tað árið.
Tað gongur fyri seg á tann hátt, at ein dómsnevnd ger ein lista við tilnevningum, og tá hon er vorðin almannakunngjørd, kunnu onnur atkvøða um, hvør skal vinna. Atkvøðurnar hjá dómsnevndini telja 50 prosent, og atkvøðurnar hjá lesarum telja 50 prosent.
Helst seinasta virðislønin
Virðislønin, sum varð latin fríggjakvøldið, er 8. virðislønin, sum er latin "Ikki illa meint". Umframt hesar virðislønirnar, hevur filmurin eisini fingið tvær "special mentions" á ávikavíst Nordisk Panorama, og Zubroffka Film Festival.
Hendan virðislønin verður, sambært Andrias Høgenni, helst eisini tann seinasta, sum hesin filmurin fer at vinna.
– Filmurin hevur haft eitt festivalslív uppá tvey ár, og nú byrjar tað at lækka ímóti endanum, sigur hann við Portalin.
"Ikki illa meint" snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, Marita og Elinborg, sum av tilvild hittast í Føtex. Tað, sum byrjar sum eitt fólkaligt prát verður til eina størri uppgerð um vinarlag teirra.
Kundi enda uppá allar mátar
Upprunaliga var tað ætlanin hjá leikstjóranum at gera ein annan film. "Ikki illa meint" varð gjørdur sum ein neyðloysn í seinastu løtu, og kenst tað tí øgiliga óveruligt, at filmurin hevur fingið tað festivalferðina og tað móttøkuna, sum hann hevur, sigur leikstjórin.
– Tað var eitt sindur sum at blaka terningar frá fimtu hædd, tað kundi enda uppá allar mátar. Eg føli ikki heilt, at eg havi uppiborið hetta. Eg kenni meg ótrúliga hepnan, tí har vóru so øgiliga nógvar umstøður, sum skuldu til, fyri at filmurin fekk ta umrøðuna, sum hann fekk. Tað at vit høvdu ein so góðan framleiðara og nakrar fantasiskar leikarar, gjørdi tað, at filmurin kom so langt, sum hann kom. Tað hevur verið ein felags tilgongd.
Virðislønir til "Ikki illa meint"
- Canal+ virðislønin, Semaine de la Critique, Cannes
- Robert virðislønin fyri besta stuttfilm
- Ákoðaravirðislønin, Odense International Film Festival
- Best European Student Film Award, Premiers Plans D’Angers
- Geytavirðislønin fyri besta stuttfilm
- Best Fiction Film - Ekko Shortlist Awards
- Besti kvinnuligi hjáleikari - Satisfied Eye Film Festival
- Besti kvinnuligi hjáleikari, Princeton Independent Film Festival
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald