Innanlands

Ikki kappingarførir um vit brúka Eysturoyartunnilin

Bilarnir hjá Høj Flutningi á Strondum, brúka framvegis ta longri, gomlu leiðina gjøgnum Norðskálatunnilin. Orsøkin er tann einfalda, at prísurin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er alt, alt ov høgur sum er

Eliesar Fróði Høj (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eliesar Fróði Høj (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-07 09:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Í Sp/f Høj Flutningi gleddu tey seg almikið til, at Eysturoyartunnilin fór at lata upp, tí stórur partur av dagliga flutningi teirra gongur úr Havn inn í Eysturoynna og til Norðoyggjar.

Tey, eins og flest onnur, vónaðu, at tunnilin fór at lætta og stytta munandi um koyritíðina til Havnar og heim aftur.

Men bilarnir hjá flutningsfelagnum á Strondum brúka framvegis ta longri, gomlu leiðina gjøgnum Norðskálatunnilin.

- Orsøkin er tann einfalda, at prísurin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er alt, alt ov høgur sum er. Prísurin er í miðal 400 krónur hvønn vegin, og tað hava vit ikki ráð til, skulu vit framhaldandi vera kappingarførir, sigur Eliesar Fróði Høj, stjóri í Høj Flutningi.

[object Object]Verkstaðurin á Hulki á Strondum (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Hvussu nógv skal prísurin so niður fyri at tit fara at brúka Eysturoyartunnilin?

- Hann skal ið hvussu er niður í eina helvt ella har á leið, áðrenn tað verður lokkandi fyri okkum at brúka tunnilin. Útrokningar, sum vit hava gjørt, vísa, at við verandi prísum fer tað at kosta okkum umleið 1,2 milliónir krónur um árið í eykaútreiðslum at brúka Eysturoyartunnilin, og tað hava vit sum sagt als ráð til, staðfestir ein vónsvikin Eliesar Fróði Høj.

Les alla samrøðuna við Eliesar Fróða Høj ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder