
- Tað eru vánalig koyrilíkindir á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er nógv jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum, í Vágunum, Sandoynni og um Gøtueiðið-Kambsdal. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Skæling.
Soleiðis ljóðar ávaringin ovast á heimasíðuni hjá Landsverk nú beint eftir klokkan átta.
Hetta hevur staðið eina løtu, og koyrilíkindini í morgun eru ikki serliga góð. Í summum støðum eru tey heilt ring.
Serliga jarðrok ávirkar á nevndu strekkjunum ovast men eisini hálka, sum eisini er meira gjøgnumgangandi fyri landi.
Landsverk hevur nógv fólk og allar maskinur úti í morgun, staðfestir Árni Jacobsen økisleiðari hjá Landsverki fyri Kringvarpinum.
Sí koyrilíkindini hjá Landsverki HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald