2024-05-22 07:41
Fyri lítlari løtu síðani var eitt omanlop á Tjørnuvíkarvegnum. Hesum boðar løgreglan frá.
Hetta hendi umleið hálvan kilometur frá bygdini. Tað bar ikki til at nágreina, hvussu nógv grót talan var um. Tó er greitt, at eingin mansskaði er.
Omanlopið ger tó, at tað ikki er koyrandi eftir vegnum í løtuni. Fólk frá Landsverk eru á veg á staðið, boðar vaktleiðarin hjá løgregluni frá.
Ætlanir eru um tunnil til Tjørnuvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald