2019-08-20 15:15
Seinnapartin var eitt ferðsluóhapp á Søldarfjarðarvegnum og á Niðara Vegi. Ein bilur rendi í afturpartin á bilinum frammanfyri, sum so rendi í ein triðja.
Sjúkrabilur kom á staðið, og tríggir persónar vórðu fluttir á Landsjúkrahúsið. Teir eru nú til kanningar, og hóast vakthavandi ikki kundi siga júst, hvat slag av skaðum talan var um, so var einki sum bendi á, at nakar var í lívsvanda.
Á løgreglustøðini vistu tey at siga, at fyri tjúgu minuttum síðandi var framvegis óskil á ferðsluni í Søldarfirði, ið stóð heilt still í yvir ein tíma eftir óhappið. Nú er hon við at koma í rættlag aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald