Innanlands

Ikki koyrandi til Gjáar í løtuni

Og Landsverk ávarar um hálku og jarðrok

Umstøðurnar eru ikki tær bestu at koyra - serliga vegna kava og hálku. Jarðrok er í ælunum (Mynd: Landsverk)

Umstøðurnar eru ikki tær bestu at koyra - serliga vegna kava og hálku. Jarðrok er í ælunum (Mynd: Landsverk)

2025-01-02 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er hált í støðum um alt landið. Jarðrok er í ælunum. Koyrið varliga.

Hetta er áheitanin hjá Landsverk ovast á heimasíðu sínari nú seint seinnapartin. 

Hjá nógvum fólki hevur tað ikki verið so einfalt at komið heim úr arbeiði. Umstøðurnar eru ikki tær bestu at koyra - serliga vegna kava og hálka.

Jarðrok ger eisini um seg í støðum, og Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi til Gjáar í løtuni.

Sí eisini: Koyrdi seg fastan omanfyri Funning

Gjáarskarð er eitt av støðunum, har boðað verður frá nógvum vindi. Sambært landsverk.fo kann roknast við hálku í nógvum ymiskum støðum kring landið í løtuni. 

Sí veðrið her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder