Uttanlands

Ikki longur loyvt at sláa børnini í Fraklandi

Síðan í gjár hevur tað í Fraklandi verið bannað at sláa síni børn, og tað eru ikki øll, ið fegnast um hesa lógarbroytingina

2019-07-03 22:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er tað ikki longur loyvt hjá fronskum foreldrum at sláa børnini.

Í gjár varð sonevndi revsingarrætturin strikaður, og sostatt er tað nú bannað í Fraklandi at sláa børnini hjá sær.

Nýggja forboðið hevur tó fingið blandaða móttøku millum fraklendingar.

Sambært DR eru nógv foreldur, sum ikki taka undir við tí, og grundgevingin er m.a. tann, at tað ikki skal vera upp til statin at ala børnini upp.

Fleiri sálarfrøðingar hava eisini blandað seg uppí kjakið. Teir eru greitt ímóti harðskapi og misrøkt, men samstundis síggja tey einki skeivt í eitt nú at fleingja børnini, tí at talan sambært teimum er um eina symbolska gerð, sum hevur verið partur av uppalingini av børnum í fleiri áratíggju.

Í 90unum og 00unum gjørdu fleiri evropeisk lond av at banna tað at sláa børn, men revsingarrætturin er ikki strikaður allastaðni. Í eitt nú Italia, Bretlandi, Belgia og Sveis er tað enn loyvt at sláa børnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder