Uttanlands

Ikki longur ólógligt at vera ótrúgvur í New York

Síðsn 1907 hevur tað annars verið revsivert at vera órtrúgvur í amerikanska statinum, men lógin er tápulig og ótíðarhóskandi, sigur guvernørurin

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2024-11-23 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin ógildaði guvernørurin í amerikanska statinum New York eina gott 100 ára gamla lóg, sum bannaði ótrúskapi í hjúnalagi.

Lógin, sum hevur verið galdandi síðan 1907 verður mett at vera ótíðarhóskandi og trupul at handhevja.

Kathy Hochul, guvernørur í New York sigur, at lógin er "tápulig og ótíðarhóskandi", og sambært henni eiga fólk sjálvi at handfara slík mál og ikki rættarskipanin.

Í fleiri amerikonskum statum er tað ólógligt at vera ótrúgvur. Lógin varð sett í gildi fyri at gera tað truplari hjá fólki at skiljast. Tá lógin kom í gildi, kundi mann bert blíva skildur, um mann kundi prógva, at hjúnafelagin hevði verið ótrúgvur.

Ótrúskapur verður sambært lógini í New York lýst sum "tá ein persónur hevur kynsligt samband við ein annan persón, meðan mann hevur ein livandi hjúnafelaga, ella hin persónurin hevur ein livandi hjúnafelaga".

Lógin varð longu brúkt fáar vikur eftir, at hon kom í gildi í 1907. Tá varð ein giftur maður og ein 25 ára gomul kvinna handtikin. Síðan 1970ini eru 10 persónar skuldsettir fyri brot á hesa lógina, men bert fimm fingu dóm. Seinast lógin varð brúkt var í 2010, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder