Innanlands

Ikki loyvt at brenna bál í Havn í kvøld

Sum veðrið er, og sum veðurforsøgnin sigur, so er ikki loyvt at festa í bálið, sigur sløkkiliðsstjórin

2019-12-31 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðini frá Tórshavnar sløkkiliði eru í kvøld soleiðis:

- Vit vilja við hesum minna øll á at fylgja treytunum um bálbrenning. Tað er sera nógvur vindur og vísandi til treytirnar, er bert loyvt at brenna bál, tá ið vindferðin er í mesta lagi 15 m/s.

- Sum veðrið er, og sum veðurforsøgnin sigur, so er ikki loyvt at festa í bálið, sigur Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri í Havn.

Meira kann lesast um treytirnar her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder