Innanlands

Ikki nóg mikið av umsøkjarum til Føroya Eftirskúla

Eftirskúlin á Tvøroyri boðaði í gjárkvøldið frá, at talið av umsóknum, sum vóru komnar inn, ikki livdi upp til treytirnar hjá Mentamálaráðnum. Nú verður miðað eftir 2020

Her verða eingir næmingar komandi ár - fyrsta royndin miseydnaðist

Her verða eingir næmingar komandi ár - fyrsta royndin miseydnaðist

2019-08-07 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeitt hevur leingi verið við at fingið ein eftirskúla á Tvøroyri, og í apríl var opið fyri tilmeldingum. Men nú er greitt, at tað verður eingin flokkur í 2019/2020:

- Vit á Føroya eftirskúla eru tíverri noydd at upplýsa, at eftirskúlin ikki hevur fingið nokk av umsøkjarum at byrja í august 2019, sambært treytunum frá Mentamálaráðnum. Vit eru hørm um hetta, tí vit høvdu glett okkum til eitt spennandi og øðrvísi skúlaár á Tvøroyri. 

Hetta skrivar Føroya Eftirskúli á Facebook. Tey siga, at nú verður arbeitt víðari, tí grundin er løgd og skjótt verður søkt eftir stjóra. Eftirskúlin fer at taka ímóti umsóknum til skúlaárið 2020/21 fyrst í komandi ári. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder