Innanlands

Ikki nógvan skund í morgun

Er samgongan í hús ella ikki?

Bárður á Steig Nielsen var smílandi til miðlarnar í løgtinginum í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen var smílandi til miðlarnar í løgtinginum í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-13 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avtalað var at hittast klokkan 8:30, men nú klokkan er kvart í níggju er eingin fundur millum formenninar í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum byrjaður.

Hvat hetta er eitt tekin um er ilt at siga. Tað kann vera tekin um, at alt er komið uppá pláss, men tað kann eisini vera tikin um, at hatta var tað.

Samgonguskjalið, siga formenninir, er komið uppá pláss, so tað vóru bara málsøkini eftir. Har stungu ávís ivamál seg upp um eitt nú, at Miðflokkurin kravdi tvey landsstýrisfólk og Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ikki samdust um sessin í fiskivinnumálum.

Bárður á Steig Nielsen skal klokkan 9:30 á fund við Páll á Reynatúgvu, tingformann, har hann skal greiða frá støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder