Innanlands

Ikki óvanligt at fólk fáa bót fyri at koyra ov seint

Um tú koyrir seint, lova so øðrum bilum framvið, so tú ikki ert til ampa fyri ferðsluna, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-05 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At koyra ov skjótt er farligt, men tað kann eisini vera farligt at koyra ov seint.

Í Góðan morgun Føroyum í útvarpinum í morgun, svaraði ferðslupolitiið spurningum frá lurtarunum, og her varð komið inn á bilførarar, sum koyra seint.

Karl Leonson, leiðari á ferðsludeildini hjá løgregluni, greiddi frá, at tað ikki var óvanligt at fólk fáa bót fyri at koyra ov seint.

Í førum tá vandastøður kunnu íkoma, har onkur koyrir 40-50 km/t á landsvegnum, har tað er loyvt at koyra 80 km/t, og ikki fer til síðuna, gera vit nakað við tað. Vit gera mátingar, og viðkomandi fær eina bót fyri at koyra óneyðuga spakuliga, sigur Karl Leonson.

Hann tekur eitt dømi um, at koyrir tú eitt nú í tunlinum, har tað ikki er loyvt at yvirhála, og tú velur at koyra 40-50 km/t, so ert tú til ampa fyri aðrari ferðslu, og so kanst tú fáa eina bót fyri tað, greiðir Karl Leonsson frá.

Í ferðslulógini stendur, at um tú koyrir óneyðuga seint, so skalt tú koyra inn til síðuna og loyva øðrum framvið.

Men fólk kunnu koyra spakuligt so leingi tey ikki eru til ampa, og Karl Leonson heitir á fólk um at hyggja í bakspeglið, og koyra inn til síðuna tá ein kø kemur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder