Uttanlands

Ikki skrásett so nógv andlát í eitt samdøgur síðan 30. apríl

Heimsheilsustovnurin skrásetti 9.797 andlát í gjár – Talið á nýggjum tilburðum setti eisini met

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-25 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár setti talið á skrásettum smittutilburðum enn einaferð met, og samstundis skrásetti Heimsheilsustovnurin WHO hægsta talið á andlátum síðan 30. apríl.

Sambært Ritzau skrásetti WHO 284.196 nýggjar tilburðir. Hetta er hægsta talið, sum er skrásett í eitt samdøgur síðan smittan breyt út. Gamla metið frá 18. juli var 259.848.

Í gjár vórðu eisini 9.753 andlát skrásett. Hetta er hægsta talið síðan 30. apríl, tá 9.797 andlát vórðu skrásett.

Tað er serliga í USA, Brasil, India og Suðurafrika, at nógvir nýggir tilburðir eru skrásettir.

USA og Brasil eru tey londini, sum hava skrásett flest smittutilburðir og andlát. USA hevur skrásett fleiri enn fýra mió. tilburðir, og Brasil hevur skrásett fleiri enn tvær mió.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder