
Vit skulu 15 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt ár við færri ferðafólkum loftvegis til og úr Føroyum, enn 2020.
Koronafarsóttin hevur jú havt ógvusliga ávirkan á flogferðsluna, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá Vága Floghavn.
9.823 ferðandi komu um føroysku floghavnina í desember, eitt lítið vet fleiri enn í november, og harvið kom ferðafólkatalið fyri alt árið 2020 upp á 179.778.
Hetta eru 244.503 fólk færri enn í 2019. Ferðslan í 2019 rækk sostatt bert upp á 42 prosent av teimum, sum ferðaðust um flogvøllin árið fyri.
Vit skulu 15 ár aftur í tíðina, til áðrenn fíggjarkreppuna, fyri at finna eitt ár við færri ferðandi um flogvøllin.
Í 2005 var ferðafólkatalið góð 181.000 fólk. Síðan hevur tað verið støðugt vaksandi - tað kavaði eitt sindur í árunum eftir fíggjarkreppuna í 2008 - fram til 2019 tá tað ferðaðust 424.281 um flogvøllin.
Lakasti mánaður í 2020 gjørdist apríl, tá tað bert vóru 2.389 á flogi til ella úr Føroyum. Í mai vóru tey 3.273. Besti mánaður var – sum tað plagar – juli mánaður við 32.181. Tað var tó munandi færri enn í 2019, tá talið av ferðandi í juli var 63.788.
Talið av fráferðum og komum minkaði úr 5.649 í 2019 til 2.448 í 2020. Farmurin minkaði úr 1.228 tons í 2019 til 672,7 í 2020, men posturin øktist úr 248,5 tonsum í 2019 til 255,2 tons í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald