
Haruhagarnir í Vestmanna vóru seldir í gjár, men að var ikki tann stóru áhugin sum tað vanliga plagar at vera. Einans 38.000 krónur komu inn.
Um 20 mans vóru møttir upp, og tað gekk striltið at fáa nøkur boð uppá teir fyrstu hagarnar.
Tveir teir fyrstu hagarnir, sum uppboðshaldarin Eydna á Rógvi, bjóðaði út fingu einki boð. Tann fyrri var Heimihagin Heimari, sum hevði ein minstaprís upp á 6500 krónur og tann seinni var Heimihagin Norðan, sum hevði ein minstaprís upp á 12.000 krónur.
Síðan vóru hagarnir Norðurnesið og Brekkurnar settur til sølu, men tað var skjótt avgreitt, tí eini tvey trý boð komu, so vóru teir seldir, báðir fyri 10.000 krónur hvør.
Seinasti haruhagin var Fjallið, hann hevði eitt minsta boð upp á 18.000 krónur, har kom bara eitt boð, so var hann seldur.
38.000 krónur fyri allar haruhagarnar í Vestmanna í ár, tað var alt.
Í 2012 komu 61.300 krónur inn og í 2011 komu 53.500 krónur inn, í ár komu, sum fyrr nevnt, 38.000 krónur inn.
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
-
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald