
Bárður á Steig Nielsen hevur ikki undirtøku fyri sínum ætlanum um at geva starvsfólkunum á heilsu- og røktarøkinum.
Tað var farna leygardag, at løgmaður kom fram við hesum tonkunum undir formansrøðu síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.
Men tað eru einans sambandsveljarar, sum eru samd við formanni sínum, at hetta er rætta leiðin at loysa avbjóðingina við manglandi starvsfólki á hesum økinum.
Ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin hesa vikuna vísir, at tað er ein stórur meiriluti ímóti ætlanunum hjá løgmanni.
Spyr.fo spurdi mikudagin 500 veljarar henda spurningin: “Tekur tú undir við løgmanni um at lata skattalætta til starvsfólk í heilsu og røktarøkinum?”
Heili 58 prosent søgdu nei og bert 22 prosent svaraðu ja til henda spurningin.
Veljararnir, sum siga seg velja samgonguflokkarnar eru eisini flestir ímóti. 48 prosent av teimum siga nei og 30 prosent siga ja. Og millum andstøðuveljararnar er mótstøðan uppaftur størri.
Tá hugt verður nærri at tølunum, so sæst, at tað einans er í egna flokki løgmans, Sambandsflokkinum, at tað er meiriluti fyri hesum tonkunum. Av tí at tað eru 20 prosent av sambandsveljarunum – fimti hvør – sum svara ‘veit’ ikki upp á spurningin, so er tað undir helmingurin – 44 prosent – av sambandsveljarunum, sum taka undir við formanninum. Heili 35 prosent av sambandsveljarunum siga seg vera ímóti.
Í øllum hinum flokkunum er meirilutin ímóti tonkunum um at geva hesum arbeiðsbólki serligar skattasømdir. Millum fólkafloksveljarar er mótstøðan “bara” beint oman fyri 50 prosent, meðan mótstøðan hjá øllum hinum flokkunum er oman 60 prosent og meira.
Langt teir flestu veljararnir taka sostatt undir við limum í Búskaparráðnum og fleiri umboðum fyri fakfeløg, sum í vikuni hava víst á, at hetta ikki er rætta leiðin at ganga fyri at tryggja at fleiri fólk velja sær starv innan heilsu- og røktarøkið.
Er tað eitt politiskt ynski at geva einum starvsbólki eitt lyft, so eigur tað at vera gjørt við at geva teimum ein betri sáttmála heldur enn ein serligan skattalætta, tykist hugburðurin vera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald