
- Í ringasta føri kunnu tað ganga fleiri vikur áðrenn Føroyar kunnu fara upp aftur í ferð, men mítt besta boð er, at um eina viku ella kanska tvær vikur, so hava vit tamarhald á hesum her.
Tað segði Pál Weihe, sum í meira enn eitt ár nú hevur gjørt av, hvat føroyingar skulu og ikki, tá tað kemur til koronu, í Degi og viku í gjárkvøldið. Hann og myndugleikarnir hava mælt til, at samfelagið fer niður í ferð í sjey dagar.
Øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, eiga annaðhvørt at verða útsett ella avlýst. Eisini náttarlívið eigur at taka ein steðg hetta vikuskiftið, halda myndugleikarnir.
Men ein vika er møguliga ikki nokk.
- Tað er ikki vist, tað ein vika er nóg mikið. Men eg haldi at tá vit biðja fólk um at offra slíkt, so haldi eg tað realistiskt at ein vika kann gera tað, at vit fáa tamarhald aftur.
- Fyri hvønn dag sum gongur, so veksur vaksinuverjan her í Førouum. So vit skulu iikk nógvar vikur fram, so eru vit komin út í frælsið, segði Pál Weihe.
- Eg eri vónríkur um tað sosiala í summar. Pisufundur eitt nú men eisini ólavsøkuna. Eg havi vónir um tað, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald