Leygardagin verður matiné við tónaskald og bassleikara Ilario Calpalbo og tónaskald og klaverleikara Stefano Falcone. Tey spæla vakran tónleikur úr Svøríki og Italiu, sum ferðast á markinum millum klassiskt og jazz.
Ilaroi býr í Stockholm og Napoli, har hon arbeiðir saman við lokalum og internationalum tónleikarum. Hon spælir í nógvum ensemblum - frá duettum og orkestrum. Hon er eisini tónaskald og leiðir tónleikabólkar.
Stefano er úr Napoli og arbeiðir sum pianistur, tónaskald og orkesturleiðari í Italia og í Europa.
Samstarvið ímillum tey bæði er ein verkætlan, sum er ment yvir nøkur ár, síðan parið hittist sum lesandi og byrjaðu sínar yrkisleiðir. Duoin arbeiðir við egnum kompositiónum, samskriving og fríari improvisatión. Debut-útgávan hjá teimum Invisible Atlas kom út í 2017. Hon vísir eina landafrøðiliga og kensluliga leið frá syðstu til norðastu hornini av Evropa – millum klassiskan og jazz tónleik.
- Havnar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald