Innanlands

Íleggingargrunnurin á føroyskar hendur

– Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti, sigur løgmaður

2024-01-17 15:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025.

Løgmaður fegnast um semjuna og sigur:

– Íleggingargrunnurin hevur verið umsitin av føroyskum myndugleikum síðani 1976, men formliga hevur grunnurin ikki verið føroyskur. Longu nakrar vikur eftir, at eg gjørdist løgmaður, tók eg hetta upp við danska forsætisráðharran, og eg havi tikið hetta upp í fleiri umførum síðani. Eg fegnist um, at danska stjórnin nú gongur føroyska ynskinum á møti.

Nú Íleggingargrunnurin verður fluttur á føroyskar hendur, eru smáar 700 milliónir krónur í grunninum, og nú fáa Føroyar fult ræði á hesum kapitali. Tað merkir, at Løgtingið nú kann raðfesta, hvat fæið í grunninum kann brúkast til.

Løgmaður ætlar, at helvtin av fænum skal brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast av til møguligan Suðuroyartunnil. Løgmaður ætlar, at fíggingin úr grunnurin skal veitast yvir eitt áramál. Ætlanirnar hjá løgmanni krevja sjálvandi, at undirtøka er fyri hesum í Løgtinginum.

Stutt um Íleggingargrunnin

Endamálið við Íleggingargrunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið. Í gjøgnum árini hevur grunnurin millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin og ymsar tunnilsverkætlanir umframt nýggj flogfør hjá Atlantic Airways.

Íleggingargrunnurin varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar í 1964 sambært fólkatingslóg.

Upprunaliga fæið í grunninum var 60 milliónir krónur. Ognirnar eru í dag smáar 700 milliónir krónur.

Landsstýrið hevur gjøgnum árini valt nevndina fyri grunnin. Í verandi nevnd sita Palli Ziskason, sum er formaður, Anfinn Kallsberg, Guðrið Højgaard, Oyvind Brimnes og Brynhild Høgnadóttir.

Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder