Innanlands

Illfýsið í dag

Veðurstovurnar boða frá nógvum vindi í dag

(Savnsmyn: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmyn: Ólavur Frederiksen)

2019-10-21 08:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heystið er komið, og veturin nærkast. Tað sæst aftur í illfýsna veðrinum í morgun, og veðrinum sum veðurstovurnar lova seinni í dag.

Hann er útsynningur í ættini, og vindstyrkin er um 15 metrar um sekundið ní tíðliga seinnapartin, men út á dagin veksur hann um vindin, og tað verður upp í 19 metrar um sekundið við hørðum hvirlum.

Eisini verður sagt frá nógvum avfalli í allan dag.

Fylg veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder