Tað var ógvuliga lítið konkret, sum kom fram, tá Flemming Drejer, ovasti fyri PET fregnartænastuni fyri løtu síðani, saman við Peter Dahl, løgregluovasta í Keypmannahavn, helt tíðindafund um álvarsliga yvirgangshóttanina, sum danska løgreglan hevur forðað fyri í dag.
Tríggir persónar eru handtiknir, og teir verða stillaðir fyri dómara í grundlógarhoyring seinni í dag við kravi um varðhaldsfongsling.
Løgreglan fer eisini at biðja um dupult afturlatnar rættardyr, og tað merkir, at onki sleppur út um, hvat málið snýr seg um.
Flemming Drejer kundi upplýsa, at talan er um eitt mál, sum hevur træðrir til útlandið eisini, og at ein persónur eisini er handtiknir í Niðurlondum í dag.
Hann segði eisini, at málið hevur tilknýtið til ólógliga bandan LTF – Loyal To Familia.
Orsøkin til, at onki verður sagt meira um málið er, at málið framvegis verður kannað, og at tað kann gerast eitt drúgt arbeiði áðrenn greiði er komin á hvat tað snýr seg um.
Politiovastarnar vístu á, at danir kunnu ferðast frítt, sum teir plaga. Men at løgreglan fer at vera meira sjónlig í býarmyndini hesar komandi dagarnar, og at tað framvegis verður ansa væl eftir serligum ‘lokalitetum’, so sum jødisku synagoguni og jødiskum skúlum umframt sendistovunum hjá Russlandi og Iran.
Hendingin í dag broytir ikki trygdarhóttanarstigið í Danmark. Tað er framvegis á 4, sum er næstovasta stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald