
Illgruni er um, at tað var fremmandahatur, sum var orsøkin til, at ein maður í gjárkvøldið skjeyt og drap níggju fólk í týska býnum Hanau.
Tað hevur innanríkisráðharrin í Hessen landslutinum, Peter Beuth, váttað.
Hann segði samstundis, at talan var um eitt ”álop á eitt friðarligt samfelag”.
Ákærumyndugleikin hjá samveldismyndugleikanum hevur nú tikið yvir kanningina av álopinum, tí illgruni er um, at talan var um yvirgang.
Nýggju fólk vórðu skotin til deyðis í álopunum á tvær vatnpípukaféir í Hanau í gjárkvøldið.
Maðurin, sum framdi illgerðina, varð seinni funnin deyður í egnu íbúð síni, har ein annar persónur – helst mamma gerningsmannin – eisini lá deyður.
Les eisini: Níggju fólk dripin av byrsumanni í Týsklandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald