Uttanlands

Illgruni um at koppseting elvir til blóðtøpp

Danska heilsustýrið hevur givið boð um fyribils at støðga við at koppseta við AstraZeneca

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-03-11 09:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska heilsustýrið hevur givið boð um at støðga við at koppseta við AstraZeneca heiliváginum eftir fleiri álvarsligar tilburðir við blóðtøppi hjá fólki, ið hevur fingið hesa vaksinuna.

Fráboðan er um ein persón í Danmark, sum er deyður av hesum ávum, skrivar Danmarks Radio.

Sambært Sundhedsstyrelsen er í løtuni ikki endaligt prógv fyri, at samanhangur er millum vaksinuna og blóðtøpparnar. Men stýrið hevur sent boð út til koppsetingarnartoymini um at støðga við at brúka henda heilivágin.

Fyribils er støðgurin í tvær vikur, og so kemur heilsustýrið og heilivágsstýrið við nýggjari fráboðan.

- Júst nú hava vit brúk fyri øllum teimum vaksinunum, vit kunnu fáa hendur á. Tí er tað als ikki nøkur løtt avgerð at støðga við hesari koppsetingini, sigur stjórin í heilsustýrinum, Søren Brostrøm í tíðindaskrivi.

Eisini Eysturríki, Estland, Litava, Lettland og Luksemburg eru støðgað við at koppseta við Astra Zeneca.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder