Innanlands

Illgruni um rúsevnakoyring

Bilførarin er eisini skuldsettur fyri koyring í frádømingartíðini

2021-09-25 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið um hálvgun ellivu tíðina støðgaði løgreglan einum bili í Kollafjarðardali, har ein bilførari koyrdi uttan at hava lógligt koyrikort.

Hesin verður nú skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini.

Eisini var illgruni um at førarin møguliga var ávirkaður, og ein roynd varð tikin. Royndin vísti, at hald helst var í illgrunanum, og bilførarin varð tí tikin til Havnar fyri at ein blóðroynd kundi vera tikin av honum.

Vísir hon, at rúsevni er í blóðinum, verður hann eisini skuldsettur fyri hetta.

Herverk á bilar
Annars hevur løgreglan havt eina lutfalsliga friðarliga nátt. Onkur fráboðan um larm hevur verið, men annars hevur verið lítið at gjørt, tá hugsað verður um at talan var um eitt veitslukvøld, sigur vaktleiðarin á støðini í morgun.

Fráboðanir eru komnar um møguligt herverk, tí spegl á meira enn einum bili, ið stóðu parkeraðir á Áarvegnum í nátt, eru brotin. Hetta fer løgreglan at kanna nærri í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder