2021-12-07 10:19

Løgreglan afturhelt í gjárkvøldið ein persón, sum kom við flogfari til Føroya. Tað var tollvaldið, sum boðaði løgregluni frá um illgruna um, at persónurin hevði smugglað ólóglig rúsevni innvortis.
Persónurin varð tikin við til Havnar, har viðkomandi játtaði at fara í skannaran á Landssjúkrahúsinum at lata seg kanna.
Tá skannarin einki vísti, avgjørdi løgreglan at leyslata viðkomandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald