Innanlands

Illgruni var helst um eld fyrr um kvøldið

Um 22 tíðina ringdu tey frá City Church til sløkkiliðið. Men ikki fyrr enn eftir midnátt var boðað frá opnum eldi. Eldurin skal eftir ætlan kannast í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-01 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sløkkiliðið var í City Church í Havn um 22 tíðina týskvøldið, tí tey har á staðnum høvdu ringt. Tað váttar vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Illgruni hevur helst verið um okkurt, tá tey hava tilkallað sløkkiliðsleiðaran, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, sum kortini ikki vil siga meira, til kanningararbeiðið er liðugt.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Eldurin var annars fráboðaður góðar tveir tímar seinni, klokkan 00:18. Tá var opin eldur og City Church fekk stóran skaða. Serliga stóri salurin og nógva útgerðin hevur fingið skaða.

Tað var helst í fýrrúminum at eldurin kyknaði.

Av løgreglustøðini verður sagt, at ætlanin er at kanna eldin í dag. Ein annar eldur, sum eisini skal kannast, er eldsbrunin á Slættabergi fyri viku síðan. Ymsar orsøkir hava ført til, at tað ikki verður kannað fyrr enn nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder