2020-01-12 12:50
Ógvusligur stormur og melduródnir hava kravt tilsamans 11 mannalív í amerikansku suðurstatunum seinastu dagarnar.
Nógv heim eru oyðiløgd, og fleiri hundrað túsund fólk eru uttan streym í løtuni, skrivar Ritzau.
Eitt nú lat eitt par lív í Louisiana, tá ein melduródn oyðilegði húsvogn teirra leygardagin. Ódnin var so ógvuslig, at húsvognurin varð blástur upp móti 70 metrar burtur.
Í Alabama doyði ein 75 ára gamal maður, tá eitt træ koppaði niður yvir húsið hjá honum, og í Mississippi varð boðað frá, at illveðrið hevði koppað 30 togvognum.
Statirnir Alabama og North carolina vórðu harðast raktir av illveðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald