Tað verður nógvur vindur næstu dagarnar, vísir forsøgnin hjá Veðurstovu Føroya. Í dag hevur verið rættliga illsligt, men tað verður tað eisini týdagin og mikudagin.
Mikudagin verður í støðum upp í kolandi storm og vandi fyri hvirlum upp í odn.
Mánakvøld:
Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum í nátt veksur upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, í støðum møguleiki fyri sól av og á. Í morgin hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk av útsynningi, fyrst í norðanfyri og vestanfyri. Skýggjað og sum frá líður regn vestaneftir. Hitin 4 til 8 stig.
Týsdagur:
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Sum líður á seinnapartin og kvøldið minkar vindurin spakuliga til frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst smáskýggjað og yvirhøvur turt, men sum líður á seinnapartin samdrigið og regn vestaneftir. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagur
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sum gongur upp í útsynning, seinni vestan, og veksur upp í skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, í støðum upp í kolandi storm, 30 m/s, og vandi fyri hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s. Samdrigið og regn, sum frá líður eisini við vátakava ella kava. Út á kvøldið og náttina minkar vindurin niður í strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og æl, sum kunnu vera við vátakava ella kava. Hitin millum 4 og 8 stig, minkandi til millum frostmarkið og 4 hitastig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald