Innanlands

Illveður: Øll flogferðsla avlýst í dag

Millum flogførini, sum skuldu seta seg í Vágum í dag er eitt hjá Scat Air, ið skuldi koma úr Astana við kasakstanska landsliðnum, sum eftir ætlan skal spæla á Tórsvølli leygardagin.

(Vevmynd: fae.fo)

(Vevmynd: fae.fo)

2026-09-24 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú bíðað verður eftir djúpa lágtrýstinum við nógvum vindi, sum er á veg móti okkum, kann roknast við avlýsingum í samferðsluni.

Av flogvøllinum frættist nú, at ongin flúgving verður afturat í dag. Eitt flogfar hjá Atlantsflog er komið úr Edinburg í morgun, og tað verður helst tað einasta flogfarið, sum setir seg á flogvøllin í Vágum í dag.

Øll flúgving restina av degnum er avlýst.

Millum flogførini, sum skuldu seta seg í Vágum í dag er eitt hjá Scat Air, ið skuldi koma úr Astana við kasakstanska landsliðnum, sum eftir ætlan skal spæla á Tórsvølli leygardagin.

Flogferðslan

Enn eru ongar avlýsingar komnar frá Strandferðsluni. Sambært heimasíðuni ssl.fo er tað enn bara siglingin til Skúvoyar, sum er avlýst í dag.

Sambært Veðurstovuni fer vindurin at vaksa við nógvum regni út á fyrrapartin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder