Heimasíðan hjá danska fíggjarmálaráðnum hevur í dag verið undir álopi, so at brúkarar ikki hava kunna fingið samband við síðuna. Talan er um eitt sokallað dDoS-álop. Hetta eru álop framd av teldusníkum, sum ger, at trýstið verður so stórt, at hon hoknar undir trýstinum.
Fyrr í vikuni vóru bæði danski tjóðbankin og aðdir bankar fyri líknandi teldusníkaálopum, skrivar Ritzau.
Danska stýrið fyri teldutrygd, Statens IT, váttar álopið á fíggjarmálaráðið, men kann ikki siga, um talan er um samband er við álopið á donsku bankarnar fyrr í vikuni. Stýrið veit heldur ikki at siga, hvør stendur aftanfyri.
Ein bólkur av russiskum teldusnýkum, ið kallar seg Killnet, hevur sagt seg standa fyri álopið á donsku bankarnar.
Les eisini: Teldusníkar herja á danskar bankar
Í dag hevur tænasturnar borger.dk og digitalpost.dk eisini havt trupulleikar, og borgarnar hava ikki havt møguleika at rita seg inn á tænasturnar. Enn er orsøkin til hetta brekið ókent, skrivar Ritzau.
Stovnurin Center for Cybersikkerhed boðar frá á Twitter, at fleiri heimasíður í danska fíggjargeiranum uppliva avbjóðingar orsaka av álopum, ið royna at overva skipanirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald