 
                
            Tummas Justinussen er ivaleysur um, at íløgan upp á knappar 220 milliónir kemur at vinna seg inn aftur. Í hansara gerandisdegi eru 200 milliónir ikki so nógv, serliga ikki, tá hugsað verður um, hvat skip kosta í dag.
Fermetraprísurin er eisini ógvuliga rímiligur, sambært Tummasi Justinussen, tí í prísinum er alt rokna við, eisini parkeringsøkið rundanum og neyðug útgerð inni í høllini.
- Fyri kommununa verður hetta ein góð íløga. Ímynda tær virðið í tí arbeiði, sum tey túsundtals fólkini, sum arbeiða sjálvboðið innan ítróttar-, frítíðar- og samkomulívi gera. Hesi fólkini skulu eisini hava ordiligar umstøður – annars falla tey frá. Ein stórhøll sum hendan lýkur hesi krøv nógv ár fram í tíðina.
- Um henda høllin kann vera við at forða fyri, at 15 ungfólk í kommununi enda í onkrum lorti, so hevur hon longu tjent seg innaftur, ljóðar pástandurin hjá framtakshugaða vinnulívsmanninum.
 
                 
             
    ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/10/29/gallery-thumbnail/1635546725f5w6tfmhvq.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald