Innanlands

Íløgurnar brynja Bakkafrost til framtíðina

- og minka um lívfrøðiliga váðan og gera felagið kappingarførari í mun til útlandið

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost í nýggju bókini um fyritøkuna:  - Tað at verða eitt lutfalsliga stórt felag í einum lítlum samfelag, er ein stór ábygd hjá teimum, sum varða av felagnum, og tí má serstakt umhugsni til, bæði tá talan er um íløgur og raksturin annars

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost í nýggju bókini um fyritøkuna: - Tað at verða eitt lutfalsliga stórt felag í einum lítlum samfelag, er ein stór ábygd hjá teimum, sum varða av felagnum, og tí má serstakt umhugsni til, bæði tá talan er um íløgur og raksturin annars

2020-12-11 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Bakkafrost hevur gjørt stórar íløgur síðstu árini, og nýliga hevur felagið skrivað undir sáttmálar um at útbyggja smoltstøðirnar á Viðareiði, á Norðtoftum og á Glyvradali.

Um íløgurnar hjá felagnum yvirhøvur, sigur nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen í nýggjari bók, sum herfyri kom út um fyritøkuna Bakkafrost:

”Íløgurnar hava sum endamál at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan og at gera felagið kappingarførari í mun til útlandið. Vit skulu ikki gloyma, at tað er við útlandið vit kappast. Standa vit okkum í kappingini, kunnu vit varðveita nógv arbeiðspláss í landinum. Tað er tá vit kunnu skapa virksemi og virðisøkja í Føroyum," sigur Rúni M.Hansen og heldur fram:

"Tí mugu vit sum felag alla tíðina miðja okkum eftir at verða so kappingarfør sum gjørligt, og politikararnir mugu miðja eftir at seta kappingarførar karmar í mun til útlandið. Svíkur ein av hesum, missa vit øll bæði arbeiðspláss og virðisøkingina út av landinum, og á tann hátt tapir alt samfelagið."

Hann sigur víðari, at tað, at góðir karmar eru lagdir fyri føroysku alivinnuna seinastu nógvu árini, hevur millum annað gjørt, at føroyska alivinnan hevur ment seg innan hesar karmar og klárar seg væl í altjóða kappingini í dag – eisini tá tað kemur til at draga at sær kapital til íløgur.

Hesi orðini hjá nevndarformanninum í Bakkafrost finna vit í áhugaverdu bókini um Bakkafrost, sum kom út í summar.

Rúni M. Hansen leggur afturat, at tað at verða eitt lutfalsliga stórt felag í einum lítlum samfelag er ein stór ábygd hjá teimum, sum varða af felagnum, og tí má serstakt umhugsni til, bæði tá talan er um íløgur og raksturin annars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder