Mentan

Impressions á tveimum konsertum

Eli Tausen á Lava hevur skrivað avkoplandi klavertónleik undir koronastongslinum

Eli Tausen á Lava (Mynd: Dánjal Arge)

Eli Tausen á Lava (Mynd: Dánjal Arge)

2020-06-23 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint undan ólavsøku gevur unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava út sína fyrstu tónleikaútgávu. ’Impressions’ kemur út á plátufelagnum Tutl 24. juli, men áðrenn tað fær almenningurin høvi at uppliva dvøljandi minimalu atmosferurnar, sum verða at hoyra á Impressions.

Útgávan er samansett av trimum tematiskt samanknýttum klaververkum: In Fog, Rippels og Bells. Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda.

Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

Impressions verður framførst á trimum konsertum undir Summartónum. 2. juli verður konsert í Tofta skúla og 4. juli verður konsert í Aulini í Finsen í Havn.

Impressions bleiv til undir tí fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini. Tørvurin at kopla frá tí støðugu bombarderingini av upplýsingum um farsóttina myndaði útgávuna, sum á ein hátt kom at spegla tann uppsteðgaða heimin menniskjan brádliga var í.

Eli Tausen á Lava hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlands. Eli varð nevndur Ársins Nýggja Navn á FMA í 2019 – hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder