Uttanlands

India: Bjargingararbeiðið liðugt

Í minsta lagi 275 persónar lótu lív í tokvanlukkuni fríggjakvøldið, og talið á særdum nærkast 1.200

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-06-04 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjargingararbeiðið í sambandi við størstu tokvanlukku í India í tvey áratíggju er liðugt, siga myndugleikarnir sambært Reuters.

Mett verður, at tað var ein signalfeilur, sum var orsøkin til vanlukkuna fríggjakvøldið, har eitt ferðafólkatok rendi á eitt góðstok, og at eitt annað ferðafólkatok síðani rendi á tað fyrra. Førararnir í báðum tokunum vórðu særdir, men teir sluppu undan vanlukkuni við lívinum.

Í minsta lagi 275 persónar lótu lív í vanlukkuni og nærum 1.200 persónar vórðu særdir.

Áður hevur verið boðað frá, at deyðstalið var í minsta lagi 288, men síðani er vorðið greitt, at fleiri lík vórðu tald tvær ferðir, siga myndugleikarnir í statinum Odisha, har vanlukkan hendi.

Fleiri enn 1.000 bjargingarfólk luttóku í bjargingararbeiðnum, sum nú er liðugt, og verður mett ósannlíkt, at deyðstalið fer at økjast.

Vanlukkan fríggjadagin var tann størsta í India síðan 1981, tá eitt tok koyrdi útav einari brúgv í statinum Bihar, og uml. 800 persónar lótu lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder