Uttanlands

India gerst triðja landið í heiminum at skráseta 100.000 andlát

Eins og USA og Brasil, hevur India nú skrásett fleiri enn 100.000 andlát í sambandi við korona

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-10-03 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í India er talið á andlátum, sum eru skrásett í sambandi við koronasmittuni, nú komið uppum 100.000.

Sostatt gerst India triðja landið í heiminum at skráseta fleiri enn 100.000 andlát. Hini bæði londini eru USA og Brasil.

Sambært Indiska heilsumálaráðnum kom talið á andlátum í dag upp á 100.842.

Í USA er talið komið uppum 200.000, og Brasil hevur skrásett 145.000 andlát.

Aftaná USA er India tað landið, sum hevur skrásett flest smittutilburðir.

Í USA er talið farið uppum sjey mió, meðan talið í India í dag kom upp á 6,47 mió, eftir at 79.476 smittutilburðir vórðu lagdir afturat seinasta samdøgrið.

India hevur í løtuni hægsta dagliga talið á smittutilburðum í heiminum. Hóast hetta arbeiðir indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi og stjórn hansara fyri at kunnu lata landið uppaftur fullkomiliga.

Í eini roynd at minka um smittuspjaðingina varð latið aftur í endanum av mars, og afturlatingin hevur havt stóra ávirkan á indiska búskapin, skrivar Ritzau.

Í vikuni hava biografar fingið loyvi at lata uppaftur við hálvum kapaciteti, og um miðjan oktober lata skúlar væntandi uppaftur.

Sambært Worldometers.info hava næstan 35 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna kring heimin, og fleiri enn ein mió. teirra eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder