Uttanlands

India góðkent tvey koppingarevni

Talan er um koppingarevnið hjá AstraZeneca og Oxford University, og eitt koppingarevni frá lokalu fyritøkuni Bharat Biotech

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-04 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

India hevur nú góðkent tvey covid-19 koppingarevni til neyðbrúk – koppingarevnið hjá AstraZeneca og Oxford University, og eitt koppingarevni frá lokalu fyritøkuni Bharat Biotech.

Sostatt væntast størsta hópkoppsetanin at verða skotin í gongd í næstum í landinum, sum hevur 1,3 mia. íbúgvar.

Serum Institute of India, sum er heimsins størsti framleiðari av koppingarevni, skal framleiða koppingarevnið hjá AstraZeneca. Stovnurin framleiðir millum 50 og 60 mió. skamtar um mánaðin.

Narendra Modi, forsætisráðharri í India, sigur hetta vera eitt avgerandi stig, sum fer at styrkja tey í stríðnum móti virusinum og elva til eina sunnari og koronafría tjóð.

Tilsamans 10,3 mió. fólk eru staðfest smittað við covid-19 í India, sum er tað landið aftaná USA, sum hevur skrásett flest positiv. India hevur eisini skrásett nærum 150.000 andlát í sambandi við covid-19. Bert USA og Brasil hava skrásett fleiri.

Mikudagin varð koppingarevnið hjá AstraZeneca og Oxford University eisini góðkent í Stórabretlandi, skrivar Ritzau. AstraZeneca væntar at kunna veita Stórabretlandi tvær mió. skamtar um vikuna. Fleiri onnur lond eru eisini til reiðar at góðkenna koppingarevnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder