Uttanlands

India hevur yvirhálað Brasil

India hevur nú skrásett flest smittutilburðir aftaná USA – Seinasta mánaðin hevur dagliga talið á nýggjum tilburðum í India verið methøgt

Amritsar, India (Mynd: EPA)

Amritsar, India (Mynd: EPA)

2020-09-07 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Brasil hava leingi verið tey londini, sum bæði hava skrásett flest smittutilburðir og andlát í sambandi við koronasmittuni, men nú hevur India skrásett fleiri tilburðir enn Brasil.

Síðan august hevur India, við 1,3 mió. íbúgvum, skrásett hægstu dagligu økingina í smittutalinum. Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 90.000 tilburðir skrásettir.

Leygardagin fór talið á smittaðum í India upp um fýra mió.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info eru 27,3 mió. tilburðir nú skrásettir í heiminum. 893.000 fólk eru deyð.

USA hevur leingi verið tað landið, sum bæði hevur skrásett flest tilburðir og flest andlát. Landið hevur skrásett 6,4 mió. tilburðir og 193.000 andlát.

India hevur skrásett 4,2 mió. tilburðir og 71.700 andlát. Brasil hevur skrásett 4,1 mió. tilburðir og fleiri enn 126.000 andlát.

Russland er seinasta landið, sum hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir. Í løtuni er talið 1,03 mió. Landið hevur skrásett beint undir 18.000 andlát.

Av teimum 27,3 mió., sum hava fingið staðfest smittuna eru 19,3 mió. staðfest frísk aftur. Sjey mió. fólk eru smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder