
Tað tykiskt at ganga framá við smittustøðuni í India. Seinasta samdøgrið eru 53.256 nýggir koronusmittutilburðir skrásettir í India, sum er tað lægsta í 88 dagar – næstan tríggjar mánaðir, skrivar The Times of India.
Hetta er eisini 14. dagurin á rað, at talið á nýggjum tilburðum er lægri enn 100.000, og 39. dagur á rað, at talið á nýggjum tilburðum er lægri enn talið á koronasjúklingum, sum verða staðfestir frískir aftur.
Tølini, sum verða skrásett í hesum døgum eru nakað væl lægri enn fyri tveimum mánaðum síðani, tá dagliga talið á nýggjum smitttutilburðum lá millum 250.000 og 400.000.
India hevur skrásett næsthægsta talið á smittutilburðum í heiminum. Landið hevur skrásett nærum 30 mió. tilburðir og 388.000 andlát. Einasta landið, sum hevur skrásett fleiri tilburðir er USA, har talið liggur á 34 mió.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald