Ein 85 ára gamal maður í statinum Tamil Nadu í sunnara parti av India er deyður, eftir at hann í gjár setti eld á seg sjálvan. Tað gjørdi hann fyri at mótmæla ætlanini hjá innlendismálaráðnum um at gera hindi til tað almenna málið í landinum, skrivar miðilin Times of India.
Hundraðtals mál og dialektir verða brúktar í India, sum er fyrrverandi bretskt hjáland, men enskt er framvegis almenna málið hjá landsmyndugleikunum.
Uppskotið um at broyta tjóðarmálið til hindi hevur skapt øsing. Tey, sum eru ímóti vilja m.a. vera við, at uppskotið noyðir hindi á teir statirnir, har hindi ikki verður tosað.
Seinasta fólkateljingin frá 2011 vísir, at minni enn helvtin av fólkinum í india tosa hindi. Talan er um 44 prosent, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald