India hevur nú skrásett fleiri enn 50.000 andlát í sambandi við koronasmittuni, sambært uppgerð frá landsins heilsumálaráði. Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 900 nýggj andlát skrásett, og er samlaða deyðstalið sostatt komið upp á 50.921.
Uml. 1,3 mia. fólk búgva í India, og hevur landið sostatt skrásett 3,7 andlát per 100.000 íbúgvar.
India hevur skrásett fleiri enn 2,5 mió. smittutilburðir, og liggur landið sostatt sum nummar trý á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest tilburðir. Tað eru bert USA og Brasil, sum hava skrásett fleiri tilburðir, ávikavíst 5,5 mió. og 3,3 mió.
Tá hugt verður eftir talinum á andlátum, eru USA, Brasil og Meksiko einastu londini, ið liggja frammanfyri India. USA hevur skrásett fleiri enn 170.000 andlát, Brasil 107.000, og Meksiko 56.000.
Tó er munur á, hvussu ymsu londini skráseta andlát í sambandi við korona, og er tað tí torført at samanbera tølini, skrivar Ritzau.
Serfrøðingar meta, sambært AFP, at veruligu tølini í India kunnu vera nógv hægri, av tí at nógv ikki verða kannaði fyri korona.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald