Uttanlands

India og Pakistan rakt av hitabylgju

Í dag var hitin í indiska høvuðsstaðnum máldur til 45 stig, meðan Sindh-landsluturin í Pakistan máldi 48 stig mikudagin

Gongufólk í Indiska býnum Kolkata (Mynd: EPA)

Gongufólk í Indiska býnum Kolkata (Mynd: EPA)

2022-04-29 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

India og Pakistan eru í løtuni rakt av ógvusligari hitabylgju, sum hevur elvt til bæði vatntrot og streymslit nógvastaðni.

Hitin í indiska høvuðsstaðnum New Delhi varð í dag máldur til 45 stig, og sambært veðurfrøðingum er líkt til, at tað verður uppaftur verri um vikuskiftið.

Verri var í Sindh-landslutinum í Pakistan, har hitin mikudagin varð máldur til 48 stig.

Sambært Ritzau er tað ikki vanligt, at veðrið í økinum er so heitt um hesa tíðina á árinum, og er tað helst veðurlagsbroytingar, sum eru orsøkin.

Í nógva hitanum kom eldur í eitt ruskpláss í New Delhi, og í indisku statunum Rajastahan, Gujarat og Andhra Pradesh er streymurin avbrotin á fleiri verksmiðjum, eftir at streymnýtslan til aircondition er farin upp.

Miðlar hava eisini boðað frá koltroti, og kol er ein av mest týðandi keldunum til streymframleiðslu í India, sum hevur 1,4 milliard íbúgvar.

Vatntrotið, sum serliga rakar bøndur hart, fer at vara, til monsunin kemur aftur í juni og juli. Bøndur hava tí í løtuni trupult við at nøkta eftirspurninginum av hveiti, so at India kann útflyta størri nøgdir av hesum, meðan Ukraina, sum annars er stórur veitari av hveiti, er rakt av kríggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder