Ein ógvuslig hitabylgja herjar í India í løtuni, og farni mánaðurin var heitasti apríl mánaðurin, sum India hevur upplivað í 122 ár, síðan myndugleikarnir byrjaðu at skráseta veðurdátur.
Summastaðni er hitin komin uppum 45 stig, meðan hitin kom heilt upp á 47,4 hitastig fríggjadagin í býnum Banda í statinum Pradesh, sum er í norðara parti av landinum.
Ongantíð áður hevur landið skrásett so nógv hitastig í apríl, upplýsir stjórin fyri indiska veðurstovuna.
Støðan kann gerast enn verri komandi dagarnar, og er sannlíkt, at hitin kemur uppum 50 stig í útnyrðingapartinum av landinum, sigur hann sambært Ritzau.
Vanliga er mai eisini heitasti mánaðurin í India.
India er eisini rakt av koltroti, sum kemur av øktari elnýtslu, og nógvastaðni hava borgarar upplivað streymslit og vatntrot. Hetta vatntrotið fer væntandi at vara, til monsunin kemur aftur í juni og juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald