Uttanlands

India: Størsta tokvanlukkan í tvey áratíggju

Í minsta lagi 261 lótu lív, og 1.000 vórðu særd í tokvanlukkuni í indiska statinum Odisha fríggjakvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-06-03 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 261 persónar lótu lív í størstu tokvanlukkuni, sum India hevur upplivað í tvey áratíggju, skriva fleiri tíðindastovur.

Tað var fríggjakvøldið klokkan 19.20 lokala tíð í økinum Balasore í statinum Odisha, at eitt ferðafólkatok rendi á eitt góðstok, og eitt annað ferðafólkatok síðani rendi inn í tað fyrra.

Umframt at fleiri hundrað persónar lótu lív, vórðu uml. 1.000 persónar særdir.

Størsta tokvanlukkan í India var í 1981, tá eitt tok koyrdi útav einari brúgv í statinum Bihar, og uml. 800 persónar lótu lív.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder