Uttanlands

Indiska familjan hjá Kamalu Harris fegnast um valúrslitið

Stórur fagnaður hevur verið í bygdini Thulasendrapuram í India, har mamma Kamalu Harris er frá

Sigurin hjá demokratunum verður hátíðarhildin við fýrverki (Mynd: AP)

Sigurin hjá demokratunum verður hátíðarhildin við fýrverki (Mynd: AP)

2020-11-08 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið var stórur fagnaður í lítla indisku bygdini Thulasendrapuram í sambandi við, at Kamala Harris er nývaldur varaforseti í USA.

Talan er um heimbygdina hjá mammu Kamalu Harris, Shyamala Gopalan, sum flutti úr India til USA fyri nógvum árum síðani.

Í sigursrøðu sínari, sum Harris helt í Delaware í nátt, nevndi hon eisini mammu sína:

– Tá hon kom her úr India sum 19 ára gomul, hevði hon kanska ikki ímyndað sær hesa løtuna. Men hon trúði veruliga uppá eitt USA, har ein slík løta er møgulig, segði hon.

Røðan hjá Harris sæst niðanfyri:

Les eisini: Biden: Eg vil sameina USA

Í lítlu bygdini hátíðarhildu familja hennara og onnur søguliga sigurin hjá demokratunum. Nývaldi varaforsetin er nevniliga fyrsta kvinnan, fyrsti litti persónurin og fyrsti persónurin av indiskum uppruna, sum verður vald til hetta embætið í USA.

56 ára gamla Kamala Harris er dóttir tveimum tilflytarum. Mamma hennara flutti til USA úr India í 1960, og pápi hennara flutti til USA úr Jamaika árið eftir.

Sigurin hjá Kamalu Harris og Joe Biden varð hátíðarhildin í templinum í indisku bygdini, har fólk stóðu við plakatum og myndum.

[object Object](Mynd: AFP)

Mammubeiggi Kamalu Harris, Balachandran Gopalan sigur, sambært AFP, at hann altíð visti, at systirdóttir hansara fór at fáa eina góða yrkisleið sum politikari, og ætlar familjan at flúgva til USA, so tey kunnu vera til staðar, tá hon verður svórin inn sum varaforseti í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder