Uttanlands

Indiska rakettin er farin avstað

Málið er at lenda á mánanum

Chandrayaan 2 - Mynd: EPA

Chandrayaan 2 - Mynd: EPA

2019-07-22 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum vóru 50 ár liðin, síðani Apollo 11 lendi á mánanum, og Neil Armstrong og Buzz Aldrin gingu á mánanum sum teir fyrstu persónarnir í heimssøguni.

Í India hevur í longri tíð verið arbeitt við, at fingið tað at eydnast við einari  mánarakett. Chandrayaan 2 er ein verkætlan, ið hevur verið í gongd í fleiri ár.  Seinasta sunnudag skuldi rakettin sendast avstað, men orsakað av tekniskum trupulleikum eydnaðist hetta ikki.

Í morgun eydnaðist hetta tó, og rakattettin er farin frá Sriharikota og ætlanin er, at hon skal lenda á sunnara parti á nærru síðuni av mánanum - eitt lítið sindur longur suðuri enn kinesiska rúmdarfarið var í januar. Málið er at kortleggja yvirflóðina av mánavatninum. Her er ikki talan um nakað fólk, ið verður sent uppá mánan, men um eitt rúmdarfar uttan manning.

Um Chandrayaan 2 eydnast, verður India fjórða landið, aftaná Sovjetsamveldi(Russland), USA og Kina, ið fær lent á mánanum við einum rúmdarfari.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder