Uttanlands

Indiska rúmdarfarið funnið á Mánanum

Fríggjadagin sendi India ómannaða rúmdarfarið Vikram til Mánan, men tey mistu sambandið stutt áðrenn, tað skuldi lenda

Soleiðis sá út, stutt áðrenn mann misti sambandið við Vikram (Mynd: Scanpix)

Soleiðis sá út, stutt áðrenn mann misti sambandið við Vikram (Mynd: Scanpix)

2019-09-08 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin royndi India við ómannaða rúmdarfarinum Vikram at gerast fjórða landið í heiminum aftaná USA, Russland, og Kina, at lenda á Mánanum.

Royndin miseydnaðist tó, tá indiska rúmdarferðarfelagsskapurin, Isro, misti sambandið við rúmdarfarið, stutt áðrenn tað skuldi lenda.

Men Vikram er nú funnið á Mánanum, upplýsir nevndarformaðurin hjá Isro, sambært DR.

Enn er tó ógreitt, hvørjum standi rúmdarfarið er í.

Vikram skuldi lenda á suðurpólinum hjá Mánanum, sum sambært Isro enn er "fullkomiliga órannsakað".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder