Uttanlands

Indiskt far lent á suðurpóli mánans

Er fjórða tjóðin í heiminum, sum hevur sent rúmdarfar út á mánan - her eydnaðist at lenda á suðurpólinum, ið verður mett at vera ein stór avbjóðing. Men her eru best møguleikar at finna vatn

Fólk fylgdu í spenningi við beinleiðis stroymingini (Mynd: EPA)

Fólk fylgdu í spenningi við beinleiðis stroymingini (Mynd: EPA)

2023-08-23 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

India hevur júst skrivað rúndarsøgu. Landið er tað fyrsta, sum hevur megnað at seta eitt rúmdarfar á suðurpól mánans.

Hetta hendi seks vikur eftir, at indarar sendi mánaferðina, kallað Chandrayaan-3, avstað, skrivar Danmarks Radio.

Tað er heilt serligt, at rúmdarfarið lendi á suðurpólinum.

- Suðurpólurin er serligur, tí hildið verður, at tað kann vera vatn – ísur – á pólinum. Tað er eitt rættiliga spennandi stað, tá tað snýr seg um at senda fólk harút. So á tann hátt hevur India megnað nakað stórt, við tað at tey eru tey fyrstu at lenda á suðurpólinum, sigur Cacilie Sand Nørholm við Danmarks Radio. Hon er stjørnualisfrøðingur á Planeteriinum í Keypmannahavn.

Hon metir, at mánin í framtíðini fer at verða millumstøð í sambandi við ferðir longur út á aðrar gongustjørnur.

- Eitt av málunum er at byggja eina rúmdarstøð á mánanum, sum skal vera lopfjøl víðari til mars. Um vatn kann fáast á mánanum, so kunnu rúmdarfararnir yvirliva haruppi. Tað er nevniliga ógvuliga kostnaðarmikið og trupult at fáa nóg mikið av vatni við heimanífrá, greiðir hon víðari frá.

Hetta er aðru ferð, at indarar royna at lenda á mánanum. Í 2019 royndi landið eisini, men tað eydnaðist ikki at lenda á suðurpólinum. Í staðin datt farið niður á mánanum. Men hesaferð gekk alt eftir ætlan.

Chandrayaan-3 hevði eitt lendingarfar við sær við navninum Vikram, og tað er hetta farið, sum seinnapartin setti seg á mánan. Væleydnaða ferðin merkir, at India er fjórða landið í heiminum, sum hevur megnað at lenda á mánanum. Hini londini eru Sovjetsamveldið, Kina og USA.

Tað verður hildið at vera sera trupult at lenda á suðurpólinum, tí nógvir og stórir goskoppar eru har á leiðini.

[object Object]
Rúmdarrakettin Chandrayaan-3 varð send avstað 14. juli (Mynd: EPA)

Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, var errin, tá hann frætti tíðindini í dag. Hann er á vitjan í Suðurafrika í sambandi við toppfundin í BRIC-samgonguni.

- Henda gleðisdag vil eg fegin venda mær til øll heimsins fólk. Væleydnaða mánaferðin hjá India er ikki einans okkara ferð. Hon er ætlað allari mannaættini, segði Narendra Modi, sambært Ritzau.

Endamálið við at lenda á suðurpólinum er vatnið í økinum. Er nóg mikið av tí, fær tað stóra ávirkan á framtíðar rúmdarferðir.

Indiska ferðin hevur kostað góðar 500 milliónir krónur.

Russland hevur eisini gjørt royndir at lenda á suðurpólinum. Men rakettútskjótingin síðsta vikuskiftið, kallað Luna-25, miseydnaðin, og rakettin datt niður.

Komandi ár hava bæði USA og Kina ætlanir um eisini at royna at seta rúmdarfar á suðurpólinum á mánanum.

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder